mánudagur, nóvember 05, 2007

Ein føroyskur postur

Nú hevi eg sitið og lært føroyskt allan dagin og tá er tað ikki so lætt at fara aftur at hugsa á íslendskum. So tið mugu bara royna at orsaka meg... og kanska læa lítið eitt at teimum undarliga málinum ;)

Eg hevi rættiliga mátt vera dúglig í dag, tí hesar síðstu dagar hevi eg havt nógv so mikið stuttligt at fáast við. Hóskvøldið fóru vit at síggja ein íslendsk sjónleik í teimum norðatlantska samkomuhúsinum; Mr. Skalla-Grímsson, sum hevur verið spælt í Borgarnesi tey síðstu tvey árini. Tað var púra stuttligt, hasin Benedikt Erlingsson var rættiliga skemtingarsamur og vit fengu læið ærliga :D Fríggjakvøldið var tað sum danir nevna J-dagin og tá vildu vit fara á onkran pub ella nakað soleiðis og síggja tá ið teir koma við teimum nýggja Tuborg jólaølinum (tað skal vera nakað heilt merkiligt). Men fyrst skuldu vit heim til Ketils sum hevdi boðið okkum at eta við sær. Har fingu vit etið hesa góðu chili súpan og drukkið nakað øl... og so drukkið nakað meira øl og tosað við teimum øðrum vinum hansara sum eisini vóru har... og so fingu vit ikki farið harfrá fyrren klokkan var eitt ella hálvgum tvey og tá var tað fullseint fyri nakað pub crawl. Men tað var tó eisini stuttligt har :)

Leygardagin svav eg... og so fingu vit sæð onkrar filmir leygarkvøldið. Sunnudagin vildi eg gjarna læra nakað, men tímdi bara ikki at byrja :/ Men í dag gekk tað tó betri :)

Ja, so hevi eg skrivað nakað á føroyskum fyrstu ferð! Maður má jú royna at hyggja at hvat maður kann ;)